Talarar

Joakim Lundqvist

Joakim er ein sera væl dámdur talari og hevur prædikað í yvir 50 ymiskum londum.

Hansara 30 ár í ungdómsarbeiði lýsa í gjøgnum hansara kreativu boðskapir, sum kunnu tala til eitthvørt ættarlið.

Joakim situr í fleiri stýrissessum í stórum altjóða kristnum netverkum. M.a. í Church Growth International og Global Kingdom Network Partners.

Nevnast kann, at Joakim hevur tætt samstarv við Graig Groeschel, ið fleiri kenna sum leiðarin fyri GLS og pastor í Life Church, sum er ein av størstu samkomunum í USA.

Joakim hevur eisini fleiri ferðir prædikað í tí, sum í nógv ár hevur verið heimsins størsta samkoma, Yoido Full Gospel Church í Suður Korea. Síðst í oktober 2022 varð Joakim boðin hagar sum gestatalari í sambandi við hátíðarløtuna til minnis um Dr. Yonggi Cho, ið flutti heim til Harran undir koronafarsóttini.

Hann hevur skrivað 4 bøkur, ið eru umsettar til fleiri mál.

Joakim og Maria hava verið gift í 35 ár. Tey hava tvær vaksnar døtur og tveir abba- og ommusynir.

Mats-Ola Ishoel

Mats-Ola Ishoel kemur úr Noregi og er fyri fyrstu ferð í Føroyum í sambandi við páskastevnuna.

Til dagligt er hann pastorur í Word of Life Centre í Moskva í Russlandi. Umframt tað, er hann leiðari fyri Churches of Faith Russian Association of Christians of Evangelical Faith – ein felagsskapur við fleiri enn 400 karismatiskum samkomum í Russlandi. Hann og konan fluttu úr Noregi til Russlands í 1996 at tæna russum.

Við honum á odda, er samkoman Word of Life vaksin hvørt ár og telur nú 6.000 limir. Samkoman ger nógv ymiskt arbeið – sosialt, vælgerandi, ungdóms- og missiónsarbeið. Yvir 100 fólk starvast í samkomuni.

Hann er rithøvundur og hevur skrivað fleiri bøkur. Tann mest selda bókin hjá honum eitur: “How to Bulid a Winning Team”; ein bók, sum eisini er týdd til føroyskt undir heitinum: “Hvussu byggja vit sterk toymir”. Hon snýr seg um toymisarbeið í samkomuhøpi.

Mats-Ola er giftur við Randi, og tey hava ættleitt fýra børn í Russlandi.

Búgvi V. Olsen

Búgvi V. Olsen er partur av høvuðsleiðsluni í Kelduni, har hann hevur verið hjálparpastorur síðani 2017. Áðrenn tað hevur hann m.a. gingið 2 ár á bíbliuskúla á Livets Ord í Uppsala, Svøríki. Frá 2014-2016 arbeiddi hann í samkomuni Livets Ord, sum er ein av størstu samkomunum í Norðurlondum, har hann enn er ein av lærarunum á bíbliuskúlanum hjá hesi samkomu. Búgvi hevur nomið sær masterútbúgving í gudfrøði frá Oral Roberts University, USA.

Búgvi hevur verið við til at ment samkomuvirksemið saman við leiðsluni, har hann miðvíst hevur lagt lunnar undir samkomuvøkstur við at styrkja tænastur. Búgvi er ein sera góður talari, fyltur av Heilaga Andans kraft og er dugnaligur at útleggja Orðið. Hann er ikki bangin fyri at leggja alt frá sær, tá Heilagi Andin minnir hann á okkurt annað enn tað, hann hevur fyrireikað.

Búgvi brennir eisini fyri missión og er toghaldari fyri missiónsarbeiðnum í samkomuni.

BSK - Bíbliuskúlin Keldan - varð settur á stovn í 2021, har Búgvi er leiðari og hevur eitt leiðslutoymi saman við sær.

Búgvi hevur verið giftur við Biritu síðani 2012, og tey eiga fýra børn saman.