Barnamøtir

Barnamøti verður hvørt kvøld og eisini 2. páskamorgun. Børnini eru fyrst saman við teimum vaksnu inni í stóra Sali, inntil áleið kl. 18.30 tá tey fara inn á barnamøti í barnasalinum. Løtan í barnasalinum er ein felagsløta, og síðan fara vit eisini í 3 ymiskar bólkar við børnunum; 4 ár til og við forskúlaaldur, 1.-3. flokk og 4.-7. flokk. Barnamøtini vera liðug áleið kl. 20.

Vit síggja fram til nøkur góð barnamøtir, og gleða okkum at síggja nógv vitjandi.

Barnaansing

Skipað verður fyri barnaansing fyri smærru børnunum, samstundis sum sunnudagsskúlin er. Foreldur/avvarandi kunnu fylgja barninum inn í barnaansingina, uppgeva navn og tlf nr., soleiðis at boð kunnu gevast til foreldrini um neyðugt.

Um tað ikki riggar at børnini eru sjálvi til ansing, so kunnu foreldrini sjálvandi vera við.

Fríggjamorgun og sunnumorgun

Í samband við morgunmøtini fríggjamorgun og sunnumorgun er onki barnamøti ella barnaansing. Um onkur hevur brúk fyri at fara út av møtinum við børnunum, er møguleiki hjá teimum at tekna ella spæla borðspøl í Kafeteriuni. Tá hetta ikki er skipað ansing, vilja vit minna á, at foreldrini hava ábyrgd av børnunum og at fari verður væl um við lutunum.