Hent at vita

Tulking

Til møtini niðanfyri er møguleiki at fáa tulking umvegis høvuðsett.

Skírishósdag 6. apríl

  • Kvøldmøti kl.18.00 við Mats Ola Ishoel (tulkað verður úr norskum til enskt)

Langafríggjadag 7. apríl

  • AWAKE XL kl.21.00 við Mats Ola Ishoel (tulkað verður úr enskum til føroyskt)

Leygardag 8. apríl

  • Kvøldmøti kl.18.00 við Mats Ola Ishoel (tulkað verður úr norskum til enskt)
  • AWAKE XL kl.21.00 við Joakim Lundqvist (tulkað verður úr enskum til føroyskt)

1. páskadag 9. apríl

  • Kvøldmøti kl.18.00 við við Mats Ola Ishoel (tulkað verður úr norskum til enskt)

2. páskadag 10. apríl

  • Morgunmøti kl.11.00 við Búgva Olsen (tulkað verður úr føroyskum til enskt)

Um tú kennir ein, ið hevur tørv á tulking, ert tú vælkomin at kunna viðkomandi um henda møguleika.

Matstovan

Kafeterian hevur døgurða eftir morgunmøtini langa fríggjadag og páskadag.

Tilber at keypa grill, salat, tvíflís ella milkshake eftir øll kvøldmøtini og somuleiðis eftir AWAKE XL.

Tað er ókeypis drekkamuður og kaka til øll tiltøkini. Um kvøldi er tað eftir møtini og um morgunin áðrenn møtini (10:45-11:15).

Tilmelding til døgurða

Páskadag

Eftir morgunmøti Páskadag er møguleiki at keypa døgurða. Dagsins rættur er lambskjøt við brúnkaðum eplum, sós og øðrum góðum tilhoyri. 

Langa fríggjadag

Eftir morgunmøti langafríggjadag er møguleiki at keypa døgurða. Dagsins rættur er oksakjøt við rómaeplum, sós og øðrum góðum tilhoyri. 

Barnaansing

Skipað verður fyri barnaansing fyri smærru børnunum, samstundis sum sunnudagsskúlin er. Foreldur/avvarandi kunnu fylgja barninum inn í barnaansingina, uppgeva navn og tlf nr., soleiðis at boð kunnu gevast til foreldrini um neyðugt.

Um tað ikki riggar at børnini eru sjálvi til ansing, so kunnu foreldrini sjálvandi vera við.

Barnamøtir

Barnamøti verður hvørt kvøld og eisini 2. páskamorgun. Børnini eru fyrst saman við teimum vaksnu inni í stóra Sali, inntil áleið kl. 18.30 tá tey fara inn á barnamøti í barnasalinum. Løtan í barnasalinum er ein felagsløta, og síðan fara vit eisini í 3 ymiskar bólkar við børnunum; 4 ár til og við forskúlaaldur, 1.-3. flokk og 4.-7. flokk. Barnamøtini vera liðug áleið kl. 20.

Vit síggja fram til nøkur góð barnamøtir, og gleða okkum at síggja nógv vitjandi.

Atkoma

Um tú ert rørslutarnaður, ynskja vit at gera umstøðurnar so smidligar sum gjørligt fyri at kunna koma runt í bygninginum. Niðanfyri er kunning um nøkur av hesum viðurskiftum.
 
Atkoma

Koyrandi er heilt niðan til inngongdina, har eitt handikappparkeringspláss er tøkt. Ein gonguteigur er frá parkeringsplássinum og til inngongdina. Hesin gonguteigur hevur einki trin frá høgru síðu. Gonguteigurin hevur eina hædd á 10 cm.

Hurðar 

Høvuðsdyrnar eru 91 cm breiðar, og møguligt er at lata síðuhurðina upp eisini. Hurðarnar inn í salin, kaffiteriuna, skúlabygningin og barnasalin eru allar dupulthurðar.

Vesi

Í gongini inn til salin er eitt handikappvesi tøkt umframt eitt í skúlabygninginum.

Hæddir

Salurin er í tveimum hæddum. Á ovaru hædd er balkong og skrivstovuhølir. Tað eru einans trappur til ovaru hæddina.

Í skúlabygninginum eru 4 hæddir. Ein lyfta er tøk til allar hæddirnar.