Carl-Gustaf Severin Pauli Høj Bjørgfinnur Heinesen
Carl-Gustaf Severin
Carl-Gustaf, Svøríki, er eftir hondini vorðin ein kendur talari í Føroyum. Hann hevur áður prædikað á trimum páskastevnum í Kelduni, og tað er ein sonn gleði, at hann enn einaferð tekur sær tíð til at koma til Føroya.
Hann er mest kendur fyri sítt arbeiði í fyrrverandi Sovjetsamveldinum, har hann í 90’unum ótroyttiligur ferðaðist inn og út úr Sovjet, og ávøksturin av tí arbeiðinum er sera stórur. Millum annað eru evangeliskar samkomur í hundraðtali sprotnar yvir eitt nú stórar partar av Russlandi.
Seinastu árini hevur Carl-Gustaf brúkt nógva tíð og orku uppá tað yngra ættarliðið við millum annað at luttaka á barnalegum og ungdómslegum. Hetta fyri at vekja ein nýggjan, slóðbrótandi anda av missión og evangelisering í tí yngra ættarliðinum.
Pauli Høj
Pauli er saman við konuni Jastrid á sínum 25. ári sum samkomuleiðari í Kelduni. Hann er eisini partur av fríkirkjunetverkinum í Føroyum og í føroyska Bíbliufelagnum.
Pauli er ein eldhugaður samkomuleiðari, sum elskar Jesus og elskar at síggja menniskju eydnast í lívinum. Visión og íverksetan eru tvey lyklaorð, ið lýsa Paula, og hevur hetta verið ein drívmegi í hansara langu tænastu fyri Harran.
Pauli er fastur talari á páskastevnuni og kemur at tala á kvøldmøtinum leygardagin 3. apríl.
Bjørgfinnur Heinesen
Bjørgfinnur hevur verið partur av ungdómsleiðsluarbeiðinum í Kelduni í yvir 17 ár. Sum bara 15 ára gamal bleiv hann ungdómsleiðari og hevur nú í skjótt 10 ár staðið á odda fyri ungdómsarbeiðinum í Kelduni. Seinastu tvey árini hevur hann tænt fulla tíð.
Hann er ein persónur, ið vil síggja úrslit og brennur fyri, at ungdómar í Føroyum skulu koma at kenna Jesus og tæna Honum. Hann dugir sera væl at gera sínar talur livandi og fangandi við góðum og hugvekjandi dømum. Afturat hesum hevur Bjørgfinnur eitt stórt hjarta fyri Ísrael og er leiðari fyri ICEJ Føroyar.
Bjørgfinnur kemur at tala á AWAKE XL 1. páskakvøld.