Páskastevnan 2023
6. - 10. apríl í Kelduni í Skálafirði
Páskirnar nærkast, og í ár bjóðar samkoman Keldan til stóra páskastevnu. Tað verða ikki minni enn tveir viðurkendir útlendskir gestatalar við. Talan er um svenska Joakim Lundqvist, ið hevur talað í fleiri enn 50 londum og norska Mats-Ola Ishoel, ið seinastu mongu árini hevur virkað í Russlandi. Harumframt kemur Búgvi Olsen, ein av pastorunum í Kelduni, at tala.
Hjartaliga vælkomin á páskastevnu í Kelduni. Bøn og ynski okkara er, at tú skalt kenna teg væl ímillum okkum. Vit vóna, at vitjanin eggjar teg og gevur tær íblástur fram á leiðini.
Pauli og Jastrid Høj
Samkomuleiðarar

Skráin

Vís fleiri